Viðtøkur.
§ 1. Navnið
Navn ráðsins er VINNULÍVSRÁÐIÐ við hemistaði í Klaksvíkar Kommunu.
§ 2. Endamál
Endamál ráðsins er:
- At virka fyri, at arbeiði er til øll, ið her búgva.
- At virka úteftir fyri, at Klaksvíkin verður áhugaverd fyri virkandi fólk, tað veri seg ídnaðarliga, handilsliga og í ferðamannavinnuni.
- At verða við til at skorða undir, tá verandi og nýggj virki útbyggja ella nýbyggja og kunna verða teimum til hjálpar yvirfyri kommunalum- og almennum stovnum, so at málini ikki steðga upp, ella hava óneyðuga langa avgreiðslutíð.
- At skipa fyri fundum, fyrilestrum og annars við til eina samskipan av vinnulívinum og vinnulívshugaðum .
- Onnur mál verða eisini tikin upp alt eftir tørvi.
§ 3. Limaskapur
Limir kunnu gerast einstaklingar, handils- og vinnuvirki, peningastovnar, vinnuskúlar og feløg annars.
§ 4. Nevnd
Ráðið verður stjórnað av eini 5-manna nevnd, ið verður vald á aðalfundi. Samstundis verða 1. og 2. tiltakslimur valdir.
- Limirnir taka við 1. mai , eftir at teir eru valdir.
- Eykalimur tekur við, tá øðrum berst frá ella sambært grein 8.
Limirnir verða valdir fyri eitt tvey ára skeið.
Veljast skulu ávíkavist 2 og 3 limir annaðhvørt ár.
Nevndin skipar seg við formanni, næstformanni og peningarøkili.
Aðalfundurin verður hildin innan 1. mai og mál til fundin skulu vera nevndini í hendi 14 dagar innan fundin.
§ 5 - 12
Grein 5
Formaðurin myndar ráðið. – Avgerðir annars verða allar tiknar av nevndini við vanligum meiriluta. Allar útgjaldingar skulu hava átekning formansins og peningarøkili í felag.
Nevnd ráðsins er viðtøkufør, tá meiri enn helmingurin av nevndarlimunum er møttur.
Grein 6
Fíggjarliga grundarlagið undir vinnulívsráðnum er limagjald, ið verður ásett á árligum aðalfundi. Felagnum verður eisini loyvt at móttaka stuðul og peningagávur.
Grein 7
Roknskaparárið er frá 1. januar til 31. desember. – Fíggjaræltan fyri komandi árið verður fyriløgd limunum til viðtøku á aðalfundinum, har samstundis verður fyrilagdur roknskapur fyri farna roknskaparárið.
Grannskoðarar verða valdir. Víst verður til grein 10. stykki 3.
Grein 8
Øll mál ið koma inn til ráðið, verða fyrisitin í trúnaði og hevur limur í nevnd ráðsins serligan áhuga (er inhabilur), skal so lata tiltaksmann luttaka á fundinum.
Grein 9
Vanligur aðalfundur skal lýsast 3 vikur frammanundan við telduposti. – Ein meiriluti av nevndini ella 20% av limum ráðsins kunnu krevja eykaaðalfund, og skal hesin verða kunngjørdur við 3 daga varningi við eini dagsskrá.
Limir ið taka lut í atkvøðugreiðslu, skulu hava goldið limagjald.
Roknskapur og fíggjaræltan skulu vera góðkend av minst einum helmingi av uppmøttum limum ráðsins.
Grein 10
Á ársaðalfundi ráðsins – ið skal verða innan 1. mai -er skráin hendan:
1. Val av fundarstjóra eftir uppskoti frá nevndini
2. Frágreiðing frá farna ári
3. Góðkenning av grannskoðaðum roknskapi
4. Góðkenning av fíggjarætlanfyri komandi árið
5. Áseting av limagjaldi
6. Val av nevndarlimum og tiltakslimum
7. Val av grannskoðara
8. Ymist
Grein 11
Til broytingar av viðtøkum verður kravt, at í minsta lagi 2/3 av limunum atkvøða fyri. Um ikki nóg nógvir limir eru møttir, skal lýsast til nýggjan eykaaðalfund við somu tíðarfreist sum vanligur aðalfundur.
Á hesum eykaaðalfundi kunnu viðtøkubroytingar samtykkjast við vanligum meiriluta av møttu limum.
Grein 12
Bert aðalfundur kann avtaka vinnulívsráðið og steðga virksemi tess. Uppskot hesum viðvíkjandi skulu vera nevndini í hendi við somu tíðarfreiðst, sum nevnd í grein 4. – Minst ¾ av møttu limum skulu atkvøða fyri at avtaka vinnulívsráðið.
Verður samtykt at avtaka Vinnuívsráðið, avger aðalfundurin eisini, hvat skal henda við ognum felagssins.