Søgan.
Longu í 1990 var tosað um, at tað var neyðugt at hugsa nýtt í føroyska samfelagnum, tí búskaparliga og vinnuliga stóð ikki væl til.
Eitt av átøkunum var, at nakrir menn hittust á Trol- og Snørisvirkinum, sum Jógvan Isaksen og Benjamin (Benni) Joensen áttu. Við á fundinum fyrsta kvøldið vóru eisini Tróndur Fuglø, Anthonius Olsen og Jógvan við Keldu.
Teir vildu kanna, hvussu fyritøkurnar í Klaksvík kundu samstarva. Skjótt varð hugskotið føtt um at stovna ein felagsskap fyri vinnulívið í býnum.
Stovnan av Vinnulívsráðnum
Eftir at hava samskift við fyritøkur og arbeitt við viðtøkum, varð Vinnulívsráðið í Klaksvík stovnað 30. mars 1992 á fundi í Tekniska Skúla. Fyrsta nevndin sá soleiðis út:
Formaður: Jógvan við Keldu
Næstformaður: Tróndur Fuglø
Skrivari: Rúni Heinesen
Kassameistari: Pól Mikkelsen
Nevndarlimur: Elisa Waag
Nevndin samtykti at hava fund eina ferð um vikuna fyri at fáa væl av skafti. Fundirnir vóru fyrst ymsastaðni, men síðani í Býráðshúsinum.
Fyrsti ársaðalfundur
Fyrsti ársaðalfundur varð hildin 29. oktober 1992. Í tíðarskeiðnum frá stovnan til ársaðalfundin vóru fleiri mál tikin upp:
- Luttøka á WORLD FISHING-messuni í Bella Centrinum í mai 1992. Fleiri klaksvíksfyritøkur luttóku, so sum Kósavirkið, Joensen og Olsen, og Norðoya Blikksmiðja.
- Ferðavinna: Fundur við ferðamyndugleikar og Klaksvíkar býráð fyri at betra um ferðavinnuna í Norðoyggjum.
- Evrópamál: Fyrilestur hjá Árna Olafson um Føroyar í sambandi við EF og EFTA-avtalur, sum komu í gildi í 1992-1993.
Vinnulívsráðið byrjaði varisliga
Nevndin var samd um at arbeiða varisliga: “Vit eiga ikki at leypa ov langt í byrjanini, men gera arbeiðið á tryggum grundarlagi.”
Fíggjarstøðan 1992
Felagið hevði stovnsfæ á 42.000 kr., harav Klaksvíkar kommuna gav 20.000 kr. og fleiri peningastovnar stuðlaðu. Útreiðslurnar fyri fyrsta árið vóru 7.376 kr., og felagið hevði eitt avlop á 35.164 kr.
Virksemi í byrjanini
Í byrjanini varð nógv gjørt fyri at skipa virksemið:
- Fundur við Farec-Tíðindi um samstarv
- Tosað um kalvafiskarí í Grønlandi og samstarv við Danmarks Exporthøjskole.
- Ferðavinnumál: Súsanna Olsen legði fram uppskot um faldara við upplýsingum um tjaldpláss, útferðir og annað.
- Samstarv í fiskivinnuni: Tróndur Fuglø skeyt upp samstarv millum fiskavirki í Klaksvík.