Gerst limur.
Einstaklingar, handils- og vinnuvirki, peningastovnar, vinnuskúlar og feløg annars kunnu vera limir í VLR.
Limagjald:
Fyri fyritøkur við fleiri enn 10 starvsfólkum er ársgjaldið 1.950 kr.
Fyri smærri fyritøkur er ársgjaldið 925 kr.
Tú gerst limur við at senda teldupost til vlr@vlr.fo.
Vinnulívsráðið virkar fyri at tryggja, at rødd vinnulívsins verður hoyrd. Vit arbeiða fyri, at okkara øki verður besti staður at reka vinnu – eisini í framtíðini.
Sum limur í Vinnulívsráðnum verður tú ein partur av stórum vinnulívsnetverki, sum hevur til endamáls at skapa vøkstur og menning, har tú fært ein týðandi leiklut í hesi menning.