Búmerkið hjá felagnum
10. mar. 2026

Verkstova: Framtíðar missión fyri vinnumenning.

Hvar skulu vit leggja orkuna, um vinnulívið í Norðoyggjum skal standa sterkari komandi árini?

Set kross í kalendaran, tí nú hevur tú møguleika at gera tína ávirkan galdandi í mun til framtíðar missión fyri vinnumenning í Norðoyggjum.

Vinnulívsráðið bjóðar limum sínum til verkstovu, har vit saman seta orð á, hvørja kós vinnumenningin í Norðoyggjum skal taka komandi árini.

Klaksvíkar kommuna og Vinnulívsráðið skipa saman fyri hesari spennandi verkstovu.

Endamálið við degnum er, at fáa eina greiðari mynd av, hvar vit eiga at leggja orkuna, og hvørji felags átøk kunnu gera veruligan mun fyri vinnulívið og menningina í økinum.

Verkstovan verður framd í samstarvi við Christian Bason, sum hevur drúgvar royndir við, hvussu kommunur og vinnulív saman kunnu skapa eina ynskiliga framtíð, sum veruliga kann gera mun fyri økið.

Les meira um Christian Bason her: https://www.linkedin.com/in/christianbason/

Á verkstovuni fara vit millum annað at viðgera hesar spurningar:

Hvørja langtíðar kós ynskja vit at seta saman, og hvørja felags framtíð droyma vit um?
Hvørji øki eiga vit serliga at samstarva um, fyri at vit kunnu røkka hesi framtíðini?
Hvussu kunnu vit samstarva, fyri at hetta kann eydnast?