Búmerkið hjá felagnum
07. okt. 2025

Netverksfundur í Rótini: Morgunmatur og framløgur.

Kom við til ein spennandi morgun saman við vinnuni í Norðoyggjum


Føroya Banki og Vinnulívsráðið bjóða til netverksfund mikumorgunin 22. oktober, har vit hittast til morgunmat, netverkan og framløgur um búskaparligu gongdina í Føroyum.


Á skránni eru framløgur frá Føroya Banka, Búskaparráðnum, Landsbankanum og Skyn, ið fara at viðgera fíggjarstøðuna hjá borgarum, kommunum og landi – og eisini geva eina støðulýsing av bústaðarmarknaðinum, serliga í Norðoyggjum.

 

Nær og hvar?


Mikumorgunin 22. oktobur 2025

Tíð: kl. 08:30 - 10:30 

Stað: Rótin, Klaksvík

(nýggi húsarhaldsskúlin)

 

Skrá


08:30

Morgunmatur og netverkan

 

09:00 

Fíggjarstøðan hjá privat- og vinnukundum sæð úr einum bankasjónarhorni
Turið F. Arge, forstjóri, Føroya Banki

 


09:15

Búskaparliga støðan í Føroyum og hjá kommununum
Johnny í Grótinum, formaður, Búskaparráðið


09:40 

Skuldin hjá landi og kommunum umframt haldførisavbjóðingarnar
Malan Johansen, stjóri, Landsbankin

 

10:05

Støðan á bústaðarmarknaðinum við serligum atliti at Norðoyggjum
Petur Mohr Niclasen, stjóri, Skyn

 

10:30

Tiltakið er liðugt