Búmerkið hjá felagnum
14. feb. 2025

Netverksfundur í nýggjum hami: AI-Kafé í Varpinum.

Norðoya Sparikassi og Vinnulívsráðið bjóða til eina spennandi og hugnaliga AI-kafé í Varpinum, har vit fáa vitjan av íslendska vitlíkisserfrøðinginum Sögu Úlfarsdóttir.

AI (vitlíki) er komið buldrandi inn á okkum øll og fær alsamt størri ávirkan á okkara gerandisdag. Men hvat er hetta vitlíkið í roynd og veru?

Á hesi kafé fara vit at læra meira um hetta máttmikla fyribrigdið á ein lættskiltan hátt.

Skrá
16:00 — 16:30

Njót ein góðan munnbita við onkrum leskandi afturvið

 


16:30 — 16:40 

Norðoya Sparikassi bjóðar vælkomin

 


16:40 — 17:30

Áhugaverd framløga við Sögu Úlfarsdóttir: 

Vitlíki í dag — møguleikar og avbjóðingar

 


17:30 

Spurningar

 

Hareftir verður netverkan við livandi tónleiki, ábiti og onkrum leskandi
 

Øll eru vælkomin!

Møtið fjølment til eina spennandi og læruríka løtu í Varpinum!