Búmerkið hjá felagnum
27. sep. 2024

Vinnudagur í Klaksvík: Framløgur, kjak og netverkan í Varpinum.

Í dag skipaðu Klaksvíkar kommuna og Vinnulívsráðið fyri einum vinnudegi í Varpinum, har framløgur, kjak, netverkan og tónleikur stóðu á skránni.

Fitt av fólki møtti upp til tiltakið, sum byrjaði við vælkomu frá Atla S. Justinussen, formanni í vinnunevndini hjá Klaksvíkar býráð. Hann beyð vælkomin og lat síðani mikrofonina til Kára Sólstein, sum leiddi dagin.

Ein av fyrstu framløguhaldarunum var Johnny í Grótinum, sum legði fram um Klaksvík - rákini, ið raka. Hann hugleiddi um, hvussu ymsar búskaparligar gongdir fara at ávirka Føroyar og Klaksvík fram til 2040.

Poula Michaelsen frá PM Heilsølu helt eina framløgu um burðardygd sum ein natúrligan part av virkseminum. Hon greiddi frá tilgongdini hjá PM Heilsølu til at gerast meira burðardygg.

Tónleikurin var eisini ein partur av skránni, tá Hans Andrias Jacobsen, eftir nøkur ár burtur frá tónleikinum, kom á pallin við einari frumframførðslu av lagnum Dreymurin, sum hugtók lurtararnar.

Síðani fekk Barbara á Tjaldrafløtti orðið, har hon greiddi frá um MentorFo-skipanina og teir ágóðar, sum henda skipan kann hava fyri fyritøkur í Klaksvík.

Áðrenn dagurin endaði, var eitt pallborð við umboðum frá vinnufyritøkum í Klaksvík. Har varð kjakast um Klaksvík sum vinnubý, og fleiri evni vóru tikin upp, bæði jalig og minni jalig. Pallborðið vísti á, at parkeringsviðurskifti og vinnugrundstykki eru átrokandi mál, sum kommunan eigur at raðfesta.

Dagurin endaði kl. 15:30 við tøkk frá forkvinnu fyri Vinnulívsráðið, har luttakarar síðani hittust til netverkan í býarsalinum.