Búmerkið hjá felagnum
08. feb. 2024

BankNordik skipaði fyri fyrsta netverksfundinum hjá Vinnulívsráðnum í ár.

BankNordik var vertur til fyrsta netverksfundin hjá Vinnulívsráðnum í Klaksvík fyri árið 2024. Fundurin varð hildin í nýggja metnanarhúsinum, Varpinum, við spennandi framløgum frá bankanum og øðrum serfrøðingum.

Luttakararnir høvdu møguleika at njóta ein góðan morgunmat, áðrenn skráin byrjaði við vælkomu frá umboði fyri Vinnulívsráðið.

Stjórin í Skyn, Petur M. Niclasen, helt eina framløgu um gongdina á bústaðarmarknaðinum, meðan forstjórin í BankNordik, Turið F. Arge, greiddi frá búskaparstøðuni úr einum bankasjónarhorni.

Fundurin var væl vitjaður, og áhugin frá limum í Vinnulívsráðnum var stórur. Hetta var fyrsta av teimum fýra netverksfundunum, sum felagið plagar at skipa fyri á hvørjum ári. Endamálið við hesum tiltøkunum er at geva innlit og íblástur frá fyritøkum og stovnum, sum hava ávirkan á vinnulívið í økinum.

Seinna hálvár í fjør vitjaðu limirnir hjá Vinnulívsráðnum millum annað FøroyaTele og RV-Tøkni, har tær framløgurnar eisini vóru við til at varpa ljós á spennandi og viðkomandi evni fyri lokala vinnulívið.